Umleið 70 ung tóku lut á FM fyri ung í Frælsum ítrótti, sum var á Tórsbreyt í vikuskiftinum. Hallur Holm er formaður í Frælsur Ítróttur Føroya, og hann var væl nøgdur aftaná FM fyri ung var avgreitt. – Eg haldi tað eydnaðist ótrúliga væl. Vit vóru enn einaferð heppin við veðrinum. Og eru veðurlíkindini til lítar, so er tað nógv stuttligari at verða til frælsan ítrótt. Vit høvdu nógvar kappingar, og 70 ung sum kappaðust sunnudagin og leygardagin. Hetta er umleið sama tal sum í fjør, og vit høvdu sett nøsina upp ímóti, at tað fóru at verða eitt lítið sindur fleiri í ár, men so má málið hjá okkum verða, at vit røkka talinum 100 næsta ár. Millum teir sum hava staðið seg væl dregur Hallur fram Dánjal Jákup Niclasen, Trúgva Laksáfoss, Marnar Djurhuus og Hans Jacobsen.
Framgongd
Guttorm Sørensen slær fast, at tað sær betri út við tíðum og metum. – Tað er heilt týðiligt, at tað hevur verið framgongd hjá teimum allarflestu. Hjá onkrum er talan um stóra framgongd, og hjá onkrum øðrum er talan um eina minni framgongd, men yvir alla linjuna, so eru framstig at hóma í úrslitunum, og hetta er ein sera jalig gongd. Spurdur um framgondin er bæði innan kast og renning, svarar Hallur: - Tað er kanska serliga innan kastigreinirnar, at vit síggja stór framstig, tí kast hevur ikki verið so vanligt millum tey ungu. Hvirlan við Hera Ziska og Randi Kúrberg á odda hava gjørt stórt framstig innan kastigreinirnar. Tey venja ein bólk av ungum, sum hava gjørt ótrúliga stór framstig farna árið. Millum tey ungu sum tóku nógv heiðursmerki var Óli Eyðsteinson, sum kappast í bólkinum 8-9 ár. Hann vann gullmerki í øllum kappingum.
Velja frælsan ítrótt
Áður hava mong av teimum ungu, sum hava tikið lut á FM fyri ung verið ungfólk, sum hava íðkað annan ítrótt eisini. – Vit upplivdu longu tá vit byrjaðu at hava kappingar, at tað vóru nógv sum íðkaðu aðrar ítróttargreinir, men tíbetur eru tað fleiri sum hava valt sær frælsu ítróttina sum sína fremstu ítrótt. Fyri at vísa á hørðu kappingina við annan ítrótt vísir Hallur á, at veit um 6-7 dreingir sum hava verið á U-15 landsliðnum í fótbólti, sum eisini hava tikið lut í kappingum í frælsum ítrótti. – Tórsbreyt hevur havt ein heilt ótrúliga stóran týdning fyri, at vit framvegis kunnu halda uppá okkara ungu íðkarar. Hallur leggur eisini herðslu á, at bæði í Bragdinum og í Hvirluni hava tey lagt dent á at skapa eitt gott sosialt umhvørvið, har tey ungu trívast sera væl, og hava tað øðiliga gott saman.
Nógv hjálparfólk
Hallur fegnast eisini um, at tey avvarðandi hjá teimum ungu møttu upp fyri at stuðla teimum ungu: - Eg má siga sum er, at eg havi sjáldan sæð so nógv fólk við Tórsbreyt til nakað tiltak hjá okkum. Tað vóru eisini nógv onnur sum komu niðan at hyggja, sum vit ikki hava sæð har uppi áður. Uppbakkningurin frá foreldrunum hevur ongantíð manglað. Til eitt tiltak sum FM fyri ung mugu vit hava 20-30 hjálparfólk, tí ta einu løtuna koyrdu fimm kappingar samstundis. Tí kunnu vit ikki verða nakran av hesum fólkunum fyri uttan, slær Hallur Holm fast.