Bridge
Byrjað verður at spæla kl 10. Spæld verða millum 40 og 60 spøl. Kappingin er skipað sum ein barometur kapping. Tað merkir, at øll spæla somu spøl í sama umfari. Á hendan hátt kann hvørt umfar gerast upp, soleiðis at ein hevur møguleika fyri at síggja sína skoru so hvørt.
Fyri at hava rætt at luttaka í FM Fyri veteranar í bridge, skal parið tilsamans vera fylt 95 ár ,og annar spælarin skal vera fyltur 50 ár. Luttøkan til FM fyri veteranar hevur tey síðstu árini verið góð. Í 2004 vunnu teir báðir sterku og royndu bridgeleikarinir, Carl Mikkelsen og Mortan Rasmussen, kappingina.
Seinsta freist at boða frá luttøku er 4. november kl. 22.00, hjá Róa á Rógvu Joensen tlf. 319491 ella Heðin Mouritsen tlf. 314192
Og so ein lítil rætting til støðuan í liðkappingini í aðru deild. Hon eigur at vera hendan:
Jórun51
Óli50
Hallur47
Marita45
Ingolf41
Sámal P.0
Sum tað sæst er tað liðið hjá Jórun Johansen, ið er komi best frá byrjan og ikki liðið hjá Óla Holm, soleiðis sum vit skrivaðu ú farnu viku. Vit biðja lesaran halda okkum til góðar.