FM hýrur á Jarnbardi

6-mannafør kvinnur: 6-mannafarið hjá Róðrarfelagnum Knørri var í flokki fyri seg í nógv vindinum á Miðvági

Líkindini hava ikki verið nakað serlig, og tað bar fyrr í dag við sær, at barnaróðurin varð avlýstur, tí tað var ov nógvur vindur at leggja bátarnar dygst undir grótkastinum.

 

Fyrsti róðurin var kappingin millum 6-mannafør við kvinnum. Tað vísti seg beinanvegin, at talan var ikki um kapping um fremsta plássið.

 

Jarnbardur sprakk avstað. Blái báturin vann sær beinanvegin leiðslu upp á tríggjar bátslongdar, og so var eingin spenningur um fremsta plássið.

 

Á málinum var Jarnbardur einar fimm bátslongdir undan hinum.

 

Tað var nakað av kapping um næstfremsta plássið í eina løtu, men sum teir nærkaðust málinum, vísti tað seg, at Sølmundur av Glyvrum var klárt frammanfyri Víking hjá Havnar Róðrarfelag.

 

Úrslitið ber við sær, at Jarnbardur nú er stórur favorittur at vinna FM.

 

1Jarnbardur05:26.19710
2Sølmundur (NSÍ)05:39.43600
3Víkingur05:42.46500