Hetta er 3. árið á rað, at B36 skipar fyri kappingini, og er tað høvuðsstuðul felagsins, Shell, sum stuðlar kappingini.
Við tað at talan er FM-kapping, eru tað tey einstøku feløgini og ikki leikararnir, sum tekna liðini til kappingina. Kappingin fevnir um yngru deildirnar hjá bæði dreingjum og gentum, og er sostatt talan um 6 kappingar, sum skulu avgreiðast. Felags fyri allar kappingar er, at stór mál verða nýtt. Altso tey málini, sum verða nýtt uttandura, tá leikt verður á hálvum vølli.
Við tað at kappast verður innandura, er møguleikin hjá smærru feløgunum eisini betri, við tað at hesi ofta hava trupulleikar at manna eitt lið við 11 leikarum, umframt eykaleikarum, tá leikast skal á fullum vølli.
Á harrasíðuni er talan um smápiltar, piltar, smádreingir og dreingir, ímeðan kappingin á kvinnusíðuni fevnir um gentur 10-12 og 12-14 ár.
Trý tey fremstu liðini í hvørjari deild fáa heiðursmerki frá Shell, sum eisini letur T-shirts til fjórð besta liðið í hvørjum aldursbólki. Harumframt fáa bestu leikararnir og besti málskjúttarnir í ymsu aldursbólkunum handa heiðursmerki.
Kappingin byrjar fríggjadagin, tá kappingin í dreingjadeildini verður avgreidd, og síðani verður hildið fram allan leygardagin.
Landsliðið spælir
Leygarkvøldið kl. 18 verður so skipað fyri kapping millum manningar frá 1. deildarliðnum úr grannafeløgunum HB og B36 eins og greipuvinnararnir úr Klaksvík luttaka. Fjórða liðið í hesari kapping er føroyska A-landsliðið, har vit millum annað kunnu vænta at síggja Una Arge og Jens Kristian Hansen. Annars verða fleiri væl kend andlit at síggja á vøllinum hesa løtuna so sum Jákup á Borg, Jan Guttesen, Rúni Nolsé, Andrew á Fløtum og ikki minst teir báðir klaksvíkingarnir, Heðin á Lakjuni og Rógvi Jacobsen, sum júst hava roynt seg hjá enska 1. deildarliðnum, Queens Park Rangers.
Eins og seinasta ár, fara landsliðsleikararnir eftir kappingina at tveita troyggjur sínar til áskoðararnar, soleiðis at tað eydnast onkrum at ogna sær eina landsliðstroyggju. Eftir kappingina verður eisini høvi at biðja um autografar frá leikarunum. Seinasta ár var hesin partur av tiltakinum sera væl eydnaður, og vóru nógv fólk í høllini, tá troyggjurnar vórðu kastaðar og autografar skrivaðir.