FM á Oyrabakka byrjar í dag

Talv:

Sera spennandi verður at fylgja við landsliðsbólkinum í ár. Hetta er tann næststerkasti bólkur í søgu Talvsambandsins til eitt FM. Landsliðsbólkurin í fjør var eitt vet sterkari.

Carl Eli Nolsøe Samuelsen

Fimmfaldaði - og verandi - føroyameistarin Heini Olsen úr Klaksvík verður millum telvarnar í landsliðsbólkinum í ár. Heini er sjálvsagt millum favorittarnar til at endurvinna heitið, aðrir sjálvskrivaðir favorittar eru John Rødgaard og Flóvin Tór Næs.

Heini Olsen hevur ta síðstu tíðina havt góð úrslit í Danmark, og nærum aldrin hevur hann svikið her heima á klettunum. Hann vann sítt fyrsta FM í 1989, síðani komu trý FM heitið á rað í 1991, 1992 og 1993. Fyrra árið tapti hann umdystin móti John Rødgaard, men í fjør eydnaðist tað aftur honum at vinna føroyameistaraheitið í heimstaðið hansara Klaksvík. Oftani hevur Heini umboðað Føroyar á fremstu borðunum í ymsum Talvolympiadum við sera góðum úrslitum. Heini verður uttan iva millum tríggjar teir fremstu tá avtornar.

John Rødgaard er einasti altjóða meistarin vit hava, og er tí sjálvskrivaður sum favorittur at endurvinna føroyameistaraheitið hansara frá 1998. Í fjør endaði hann næstir í røðini. John, sum av uppruna er dani, hevur umboðað Føroyar í altjóða høpi síðani 1984. Hann hevur havt ómetaligan stóran týdning fyri Føroyar altjóða, eitt nú í Olympiadum har hann altíð á fyrsta borði hevur ognað føroyingum nógv stig. John er við sínum 45 árum elsti telvarin í landsliðsbólkinum og samstundis mest royndi telvarin.

Triði favoritturin er Flóvin Tór Næs úr Havn. Flóvin hevur støðugt ment seg sum telvara, og gjøgnumbrotið kom í Copenhagen Open 1998. Tá ognaði hann sær sum einasti føroyingur ein IM deilnorm, umframt eitt stórt ratinglop. Flóvin hevur síðani oktober mánaða telvað burturav. Hann hevur telvað kring Evropa og nú seinast í Íslandi. Hann hevur tí bestu dystarvenjing undan FM og tað kann koma at verða avgerandi.

Tíggju telvarar luttaka í hesum bólki, og eru tí sostatt aðrir telvarar sum ætla at gera ein vørr í ár. Nevnast kunnu Rani Nolsøe, Eyðun Nolsøe, Ólavur Simonsen, allir úr Klaksvík, og Torbjørn Thomsen. Hesir liggja sera tætt tá rating viðvíkir, og kunnu allir yvirraska í ár.

Síðani er eitt lop niður til hvalvíkingin Martin Brekká. Undirritaði er styrkismettur sum nummar níggju, meðan Herluf Hansen slapp akkurát ígjøgnum nálareygað sum tann tíggjundi.


Hesir møtast í 1. umfari:

Carl Eli - IM John

Flóvin - Rani

Herluf - Martin

Eyðun - Torbjørn

Ólavur - Heini

Almenni bólkurin

Tvey og tjúgu luttakarar eru í tí almenna bólkinum. Tað verður helst ein hørð kapping í ár um fyrsta pláss og harvið atgongd til landsliðsbólkin komandi ár. Teir ungu, Martin Poulsen, Hans K. Simonsen og Olaf Berg fara ivaleyst at mynda toppin í ár.

Tann meira royndi Sigurð Justinussen úr Havn plagar altíð at blanda seg í toppin, og spennandi verður at síggja um tann garvaði telvarin av Toftum, Helgi Joensen kann gera nakað við teir ungu í ár.


Veteranbólkur og

Unglingabólkur

Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður skipað fyri FM fyri veteranar. Tíggju veteranar fara um Páskir at stríðast sum í gomlum døgum. Eitt nú hava føroyameistarin frá 1972 Hans Petersen og Niels Durhuus úr Vestmann boða frá luttøku. Av Toftum kemur Jústines Hansen at telva við, úr Havn verða Jákup Thomsen og Jeffri Justinussen at síggja á Oyrabakka, úr Kollafirði Niklas M. Joensen og Hans J. Johannesen og úr Sandavági verða Gutti Petersen og Magni Thomasen millum veteranarnar á Oyrabakka. Tiltakið hevur fingið góð viðmælir frá telvarum kring Føroyar og vónandi verður veteranbólkurin eitt afturvendandi tiltak.

Unglingabólkurin er ikki serliga mannsterkur í ár. Rúni Dragaberg úr Klaksvík og Jákup D. Joensen úr Havn verða helst teir sum fara at stríðast um FM heitið í ár.

Telvað verður í døgunum 15. apríl ? 22. apríl í Eydnuni. Byrjað verður í dag kl. 14.00.

Fylgjast kann við kappingini dagliga á:

www.sam-teld.fo/talv