Bæði Mjølnir og Fleyr, sum sunnudagin hittast í einum av klassikarunum í kvinnuflogbólti, ynskja sær pláss í FM-finalunum, har SÍ longu hevur fingið minst annað beinið innum. Mjølnir og Fleyr eru jøvn í stigum, so hvørki teirra hevur ráð at tapa nú – og serliga ikki, um tað eydnast TB at vinna á Drátti, tí so fær teirra finaluvón eitt skot fyri bógvin.
Tann dysturin er av tí sama ikki minni áhugaverdur, og nú fæst at síggja, um Dráttur megnar meira, enn liðið hevur víst, nú tað tvær ferðir á rað í týðandi dystum er eydnast at koppa Fleyr. TB, sum annars hevur arbeitt seg miðvíst upp eftir stigatalvuni í síðstuni, tapti í hálvfinaluni í Klaksvík fyri júst Drátti, so her stendur alt møguligt upp á spæl, nú hesi bæði bresta saman á Giljanesi.
Oddaliðið SÍ tekur hesa ferð ímóti unga KÍF-liðnum, ið framvegis eigur fyrstu stigini til góðar. Eingin ivi er um, hvør er favorittur henda dystin, og tað verður neyvan hesa ferð, at KÍF megnar at taka hála seg nærri upp í nánd av ÍF, sum á næstaftasta plássinum hevur fríumfar.
hil