FM1: 100 mál og stigamet plága ikki KÍ

(FM1) Hoyr høvuðsvenjararnar, Mikkjal Thomassen, KÍ og Jákup Martin Joensen, EB/Streymur seta orð á 2-1 sigurin hjá KÍ

##med2##

 

Rundan um KÍ eru tey spent aftaná 2-1 sigurin hjá KÍ á EB/Streymi við Djúpumýru fyrr í dag. KÍ er tvey mál frá máli nummar 100 í Betrideildini hetta kappingarárið, og KÍ er undan seinasta dystinum móti Víkingi í Sarpugerði trý stig frá at seta stigamet við 74 stigum. Gamla metið eigur HB við 73 stigum frá kappingarárinum 2018. 

 

KÍ – EB/Streymur 2-1 (1-0)

 

1-0: Jóannes Bjartalíð br. (30.)

 

2-0: Árni Frederiksberg (47.)

 

2-1: Jóhann Hansson Joensen (52.)

 

Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ slær fast, at hann og hópurin hjá KÍ hava væl og virðiliga greitt málsetningin fyri 2021, teir eru FM-vinnarar. Teir fara at gera sítt besta fyri at vinna á Víkingi komandi leygardag, men málmet og stigamet eru ikki nakað mantra hjá KÍ. Mikkjal heldur, at heldur tepri sigurin í dag var eitt tekin um, at KÍ hevur rokkið sínum máli og kom innum málstrikuna fyri tveimum umførum síðani.

 

Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari hjá EB/Streymi heldur, at hansara menn framdu eitt framúr gott avrik móti FM-vinnarunum 2021, men hann iðrar seg um, at teir ikki stóðu betri í onkrari verjustøðu. Nú fer EB/Streymur eftir at enda árið við sigri á B68 á Eiði komandi leygardag, so EB/Streymur kann vinna "Lítla FM1", sum Jákup Martin nevnir sætta plássið í Betrideildini. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við Mikkjal Thomassen og Jákup Martin Joensen.