##med2##
Í morgin verður tiltakið Bátahugni í Hvalvík.
74 bátar og 30 campingvognar hava meldað til higartil, og tað er formaðurin í Sundalags Bátafelag, Niels Andreas Mortensen væl nøgdur við.
Niels Andreas sigur, at tað sum ræður um hjá teimum er at tiltakið stendur upp og niður, og tey í Sundalags Bátafelag vilja ikki hava eitt størri tiltak enn tey megnað.
Bátarnir sigla av Selatrað í morgin, og FM1 sendir beinleiðis frá Bátahugnanum millum klokkan 13.30 og 16 í morgin. Vilmund D. Jacobsen verður reportari.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Niels Andreas Mortensen um Bátahugnan í Hvalvík.