##med2##
Í dag eru liðin júst 50 ár síðani HB steðgaði sigursrøðini hjá legendariska 66-liðnum hjá KÍ tann 29. august í 1971.
Liðini møttust við Djúpumýru frammanfyri 3.000 áskoðarum, ið var áskoðaramet tá á døgum.
KÍ-HB 1-2 (1-0) - 29. august 1971:
1-0 Steinbjørn Jacobsen (14.)
1-1 Poul Michelsen (50.)
1-2 Poul Michelsen (87.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Árna Gregersen, ið dømdi dystin greiða frá í samrøðu við FM1.
Árni Gregersen var bert 19 ár tá hann dømdi alt avgerandi dystin, men sum hann sigur: - Eg hevði longu tá dømt fleiri dystir, og tí hevði eg royndirnar til at døma dystir.
Árni greiðir frá, at tað margháttliga var, at í fyrra hálvleiki fekk KÍ bóltin í netið við støðuna 1-0. Árni viðurkendi ikki málið, tí talan var um eina støðu har málverjin hjá HB bleiv órógvaður.
KÍ-arnir gjørdu ikki nógv burturúr tí í fyrra hálvleiki, men so javnar HB og skorar eisini sigursmálið, og tá var gjørt nógv burturúr málinum, ið Árni ikki góðkendi. Táverandi liðformaðurin, Magnus Kjelnæs kom inn í umklæðingarrúmi hjá dómarunum, og hann kravdi einki minni enn, at Árni blásti ein umdyst í gongd millum KÍ og HB.
Tá Suni Merkisstein gjørdi ein dokumentar 40 ár seinni - í 2011 - um 66-liðið og ikki minst minniliga dystin í Klaksvík 29. august í 1971 vóru upptøkur at síggja, ið prógvaðu, at Árni hevði rætt frá fyrstan tíð, men sum Árni undirstrikar, at hann var frá fyrsta degi vísur í, at hann dømdi rætt í støðuni. Árni sá premieruna í Atlantis Bio í Klaksvík saman við spælarunum hjá KÍ og HB.
Árni sum er í Bornholm í hesum døgum umrøður eisini heilt stutt nýggja landsliðsspælaran, John Frederiksen sum er uppvaksin á Bornholm.
HER ber til at síggja dokumentarin hjá Suna Merkisstein um 66-liðið:
##med3##
Nr. |
KÍ - Leikarar (Kelda: FaroeSoccer) |
---|---|
N/A |
Ólavur Niclasen (M) |
N/A | |
N/A | |
N/A | |
N/A | |
N/A | |
N/A | |
N/A |
Eiler Jacobsen 77' |
N/A | |
N/A | |
N/A | |
N/A | |
N/A |
Nr. |
HB - Leikarar (Kelda: FaroeSoccer) |
---|---|
N/A | |
N/A | |
N/A | |
N/A | |
N/A | |
N/A | |
N/A |
Egga Jensen (L) |
N/A | |
N/A | |
N/A | |
N/A |