FM1: B36-EB/Streymur klokkan 15 og B68-NSÍ klokkan 16

Frásøgumenn hjá FM1 seinnapartin í dag vera Tróndur Arge og Petur Asbjørn Lervig

Fult umfar verður í Betrideildini hjá monnum seinnapartin:

Klokkan 15:

TB-HB

ÍF-KÍ

B36-EB/Streymur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Klokkan 16:

B68-NSÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

Klokkan 17:

07 Vestur-Víkingur

Tróndur Arge sigur frá dystinum á Tórsvølli millum B36 og EB/Streym, og Petur Asbjørn Lervig sigur frá dystinum á Svangaskarði millum B68 og NSÍ. Fylgt verður við gongdini í hinum trimum dystunum. 

Øll kunnu hoyra FM1 HER

Samrøður við umboð fyri tey ymisku feløgini og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.