FM1: Borgarstjórin fegnast um úrslitini samanhaldið hevur givið

(FM1) Hoyr ein sera fegnan borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim seta orð á bragdið hjá KÍ

##med2##

- Hetta er eitt sterkt dømi um hvussu væl vit kunnu standa okkum um vit hava samanhald. Hetta sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim um minniliga 6-1 sigurin hjá KÍ á Dinamo Tblisi, ið sendir KÍ víðari til Europa League Play Off, har írska liðið Dundalk verður seinasta forðingin hjá KÍ at røkka bólkaspælinum.

Jógvan Skorheim og hinir býráðslimirnir sótu á býráðsfundi meðan fyrri hálvleikur var í gongd, men tey sótu saman - minus KÍ-formannin, Tummas Lervig - og hugdu eftir seinna hálvleiki, og kundu stórfegnast um ein stóran dag í Klaksvíkar søgu.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Jógvan Skorheim aftaná fantastiska 6-1 sigurin hjá KÍ á Tórsvølli. 

(Jógvan Skorheim, borgarstjóri setur orð á roysnið hjá KÍ)