##med2##
Aftaná dystin sum ikki bleiv til nakað við Djúpumýru norðuri í Klaksvík fekk reportarin hjá FM1, Tróndur Arge orðið á høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen.
Mikkjal Thomassen viðgekk, at hann hevði næstan ilt í høvdinum av øllum tí sum er hent farnu dagarnar. Talan hevur verið um ein rutsjitúr sum hevur kravt nógv av Mikkjal og av hópinum hjá KÍ við broytingum og avlýsingum.
Mikkjal og spælararnir hava tó miðvíst og málvíst fyrireikað seg, og hava vant ímóti, at dysturin móti Slovan Bratislava skuldi spælast.
Mikkjal er glaður fyri, at føroysku heilsumyndugleikarnir valdu trygdina fyrst, og ikki slakaðu.
Nú fer KÍ at fyrireika seg til næstu uppgávuna, ið eitur Young Boys Bern komandi týskvøld.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Mikkjal Thomassen aftaná dystaravlýsingina.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við KÍ-formannin, Tummas Lervig.