##med2##
KÍ vann stórsigur 7-0 á TB seinnapartin í dag. Í fyrra hálvleiki skoraði KÍ fimm mál uppá eitt korter, og tað gjørdi stóran mun í stórsigrinum.
Stóri málskjúttin hjá KÍ í dag var Páll A. Klettskarð sum skoraði fýra mál.
KÍ hevur nú sligið egið met við flest skoraðum málum eitt kappingarár. KÍ hevur uppá 19 dystir skorað 76 mál. Tað eru fýra mál í snitt.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra eina stutta samrøða sum FM1 hevði við hjálparvenjaran hjá KÍ, Sjúrður Jacobsen.