##med2##
- Hetta var eitt framúr gott avrik, men harmiligt, at hetta ikki gav nakað stig.
Tað heldur Niels Pauli Danielsen hjá Skála aftaná tepra 0-1 tapið hjá botnliðnum móti verandi FM-vinnarunum, KÍ.
Niels Pauli Danielsen heldur, at Skála er leikliga á rættari leið, og hann sigur, at hann og liðfelagarnir arbeiða hart til venjingarnar.
Niels Pauli er ivaleysur í, at Skála fer skjótt at leggja fleiri stig aftrat teimum tveimum stigunum teir hava nú.
Skála er aftast við tveimum stigum. Fimm stig eru upp til AB á næstaftasta plássinum. Tað er ógvuliga sannlíkt, at liðið sum endar næstaftast skal spæla upp- og niðurflytingardyst móti antin B68 ella 07 Vestur. Liðið sum endar aftast flytur niður í 1. deild.
Skála – KÍ 0-1 (0-0)
0-1: Deni Pavlovic 60.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Niels Paula Danielsen aftaná dystin.
HER ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá sigursmálinum hjá KÍ. Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen.