FM1: Fegnast um seinna hálvleik, Filip og brotskøstini

(FM1) Hóast rættiliga greiða tapið fyri Russlandi kundi landsliðsvenjarin, Sonni Larsen draga fram jaligar lutir frá dystinum

Ein góður seinni hálvleikur, ið Føroyar bara tapa við einum máli. Ein framúr góður dystur hjá Filip Jojic sum skorar átta mál, og Føroyar skora uppá øll brotskøstini hesaferð. 

Tað eru jaligu lutirnir Sonni Larsen kundi dragað fram aftaná rættiliga greiða 24-31 tapið fyri Russlandi, ið var á odda 16-10 í steðginum. Eitt skifti var Russland á odda 25-15, og tá byrjaði at síggja svart út, men føroyska liðið fekk minka munin niður í fýra mál áðrenn Russland dró frá aftur. Sonni Larsen er vónríkur um, at Føroyar kunnu gera tað betri á heimavølli móti Kekkia fríggjakvøldið klokkan 19.45, og móti Russlandi sunnudagin klokkan 17.

Russland-Føroyar 31-24 (16-10)

Málskjúttar hjá Føroyum:
Filip Jojic 8, Pætur Mikkjalson 4, Peter Krogh 4, Sjúrður Olsen 2, Jónas Gunnarson Djurhuus 2, Allan Norðberg 2, Rói Berg Hansen 1, Vilhelm Poulsen 1

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Sonni Larsen fyrr í kvøld. 

(Samrøða: Sonni Larsen)