FM1: Fjórða plássið fær ikki Jákup Martin upp frá

(FM1) Hoyr samrøður við høvuðsvenjararnar hjá EB/Streymi og B36 um 3-2 sigurin hjá EB/Streymi við Margáir

##med2## 

 

EB/Streymur yvirhálaði B36 í kappingini um gylta fjórða plássið við at vinna 3-2 á B36 við Margáir í Streymnesi.

 

EB/Streymur - B36 3-2 (1-1)

Hannes Agnarsson 0-1 (6.)

Jóhann H. Joensen 1-1 (37.)

Gutti Dahl-Olsen 2-1 (64.)

Jacob G. Andersen 3-1 (74.) 

Martin Agnarsson 3-2 (82.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við høvuðsvenjararnar, Jákup Martin Joensen hjá EB/Streymi og Dan Brimsvík hjá B36. 

 

- Talan var um rættiliga javna uppgerð, sum tíbetur koppaði okkum til fyrimunar. At enda varð tað alt ov spennandi, tá ið vit ótilvitað vóru ov aftarlaga, og B36 var ov tætt okkara máli. Okkara arbeiddu fyrimyndarliga væl, og tað var høvuðsorsøkin til, at vit vunnu, sigur Jákup Martin Joensen venjari hjá EB/Streymi við FM1. 

 

Jákup Martin slær fast, at hetta er bert ein sigur og tí fara teir í EB/Streymi ikki at brúka tíð uppá at práta um fjórða plássið. 

 

- Vit løgdu okkum á odda og høvdu møguleika at økja um leiðsluna. Tað eydnaðist ikki, og tíverri sektaðu vit okkum sjálvar við at gera ov nógv mistøk. Vit eru vónbrotnir, tí vit kenna, at vit eiga meiri í okkum, enn vit vístu í dag, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík við FM1. 

 

Jákup Martin Joensen og Dan Brimsvík um EB/Streymur-B36 3-2 (1-1)

Jákup Martin Joensen og Dan Brimsvík um EB/Streymur-B36 3-2 (1-1)