##med2##
Føroyska landsliðið tapti stórt 0-5 í venjingardystinum móti Kekkia í Olomouc.
Tað var serliga í fyrra hálvleiki, at tað gekk illa í hond. Mojmír Chytil skoraði reint hattrick uppá níggju minuttir, og tá klokkan vísti 23 minuttir var føroyska liðið aftanfyri 0-3.
Avrikið var munandi betri í seinna hálvleiki, men vit hava framvegis til góðar aftaná fimm dystir móti Kekkia at skora tað fyrsta málið móti teimum.
Kekkia-Føroyar 5-0 (4-0)
1-0 Mojmír Chytil (14.)
2-0 Mojmír Chytil (18.)
3-0 Mojmír Chytil (23.)
4-0 Vaclav Cemy (42.)
5-0 Patrizio Stranati (77.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin, Trónd Arge og viðmerkjaran, Agnar Prestá siga frá teimum fimm málunum.
2) Hoyr Agnar taka samanum eitt rættiliga slakt føroyskt avrik, ið krevur bata longu leygardagin tá Kosovo er mótstøðuliðið.
Føroyar: Gunnar Nielsen – Hanus Sørensen (Samuel Chukwudi, 71.), Gunnar Vatnhamar, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Meinhardt E. Olsen (Pætur J. Petersen, 77.), Sølvi Vatnhamar (Stefan Radosavljevic, 77.), Heðin Hansen (Kaj Leo í Bartalsstovu, 71.), René Shaki Joensen, Mads Bo Mikkelsen (Gilli Rólantsson, 56.) – Klæmint A. Olsen (Patrik Johannesen, 56.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bárður á Reynatrøð, Mattias H. Lamhauge, Jann Benjaminsen, Andrass Johansen, Martin Agnarsson, Noah Mneney, Andrias Edmundsson
Gult kort: eingin
Venjari: Håkan Ericson
Hjálparvenjari: Eli Hentze