##med2##
Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson og hjálparvenjarin, Eli Hentze kunnu staðfesta, at Føroyar hava fingið stig sjeynda kappingardystin á rað aftaná javnleik 1-1 niðri í Moldova, har Meinhard E. Olsen syrgdi fyri, af Føroyar komu á máltalvuna og á stigatalvuna.
Moldova - Føroyar 1-1 (1-0)
1-0: Ion Nicolaescu 9.
1-1: Meinhard E. Olsen 83.
Aftaná dystin gjørdi Tróndur Arge samrøður við Eli Hentze og Håkan Ericson. Teir kundu fegnast um eitt gott leikligt avrik, serliga í seinna hálvleiki, og nógv riggaði hjá føroyska liðnum. Tað manglaði bara sigurin so hevði tað verið fullkomið hjá venjaratoyminum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr telefonsamrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Eli Hentze
2) Hoyr telefonsamrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Håkan Ericson.
HER ber til at hoyra Trónd Arge og Teit Joensen siga frá málinum hjá Meinhardi E. Olsen, og samrøðuna Tróndur gjørdi við málskjúttan.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan, Hallur Hansson og veteranmálverjan, Gunnar Nielsen.