FM1: Hanus er ikki við fyri at njóta túrin

Manslandsliðið: Hanus Sørensen er til reiðar at taka av møguleikanum, um hann fær hann

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Hanus Sørensen við bóltinum

##med2##

 

Hanus Sørensen er ein sjey spælarum, sum eru við á landsliðnum fyri fyrstu ferð. Her á in.fo fara vit at læra teir sjey betri at kenna. Annar í rekkjuni er Hanus Sørensen.

 

Teir nýggju: Andrias Edmundsson vil verða betri enn Jóan Símun

 

Høgri bakkurin á landsliðnum er uppvaksin í HB, har hann spældi fram til hann var 15 ár. Síðani fór hann til FC Midtjylland, har hann var partur av ungdómsdeildini í fýra ár. Síðani skifti hann til Middlefart, men har endi hann seg fastan. Nú er hann aftur í HB.

 

Hann var upprunaliga vongur, men sum tíðin gekk í FC Midtjylland bleiv kappingin og hørð á framrættaðu plássunum, at hann bleiv umskúlaður til bakk. Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevur sagt at Hanus er ein framrættaður høgri bakkur, sum hevur góðar dygdir við bóltinum. Sjálvur heldur ungi hoyvíkingurin fyri, at hann eisini hevur lagt nógv afturat í verjuspælinum.

 

- Í løtuni hugsi eg bara um HB. Eg havi tvey ár eftir av sáttmálanum og eg hugsi bara um, at gera tað so gott sum eg kann har. Dreymurin er at koma út aftur at spæla fótbólt, sigur Hanus Sørensen.

 

Hann er errin av, at hann er komin á A-landsliðið og nevnir fyrimyndir sum Hall Hansson og Brand Hendriksson. Serliga nevnir hann leiðina hjá Halli Hansson, sum kom heim at venda, men fór avstað aftur til útlandið at spæla.

 

Nógv bendir á, at Hanus Sørensen byrjar inni á høgra bakki í morgin, tá landsliðið spælir venjingarlandsdyst móti Kekkia. Tað er hann eisini til reiðar til.

 

- Eg eri ikki komin her fyri at vera í feriu. Eg eri komin fyri at arbeiða hart og vísa, at eg kann verða her í framtíðini, sigur Hanus Sørensen.

 

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá landsdystinum, sum verður í morgin klokkan 17. FM1 byrjar at senda eftir tíðindini klokkan 16.

 

##ms##

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Hanus Sørensen við bóltinum