##med2##
HB vann seinnapartin fimta dystin á rað í Betrideildini. Í dag gekk tað útyvir Skála, ið mátti leggja rygg til ein 0-3 ósigur á ovara vølli í Gundadali. HB skoraði øll málini í fyrra hálvleiki.
HB-Skála 3-0 (3-0)
1-0 Stefan Radosavljevic (12.)
2-0 Øssur M. Dalbúð (41.)
3-0 Daniel Johansen br. (45.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við høvuðsvenjararnar, Dalibor Savic hjá HB og Michael Bjørn Nielsen hjá Skála.
Dalibor Savic er væl nøgdur við fyrra hálvleik, men heldur, at HB skapti ov lítið í seinna hálvleiki.
Michael Bjørn Nielsen heldur, at hansara menn gjørdu tað væl stóran part av dystinum, men vóru ikki nóg árvaknir í avgerandi støðum í fyrra hálvleiki.