FM1: HB vann fjórða dystin á rað

(FM1) Hoyr Klæmint A. Olsen hjá NSÍ og Stefan Radosavljevic hjá HB seta orð á 2-0 sigurin hjá HB við Løkin

##med2## 

 

HB vann í dag fjórða dystin á rað. Í dag vann HB 2-0 á NSÍ við Løkin í Runavík. Dalibor Savic hevur sum høvuðsvenjari í fýra dystum fingið 12 av 12 stigum. Stóra royndin verður tó tá HB á heimavølli komandi leygardag tekur móti greiða oddaliðnum, KÍ.

 

NSÍ-HB 0-2 (0-1)

 

0-1 Stefan Radosavljevic (45. +)

 

0-2 Daniel Johansen br.sp (52.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig og viðmerkjaran, Jóhan Johannesen siga frá báðum málunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen sum ikki er nøgdur við at tapa, men hann heldur, at NSÍ stríddist væl í dag.

 

3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við fyrra málskjúttan hjá HB, Stefan Radosavljevic, ið heldur, at nýggi venjarin hevur fingið teir veruliga í gongd.

 

4) Hoyr Jóhan Johannesen taka samanum ein uppibornan sigur til HB, men samstundis eitt gott avrik hjá NSÍ, ið er bert fýra stig frá fjórða plássinum í Betrideildini. 

 

 

 

 

 

NSÍ-HB 0-2 (0-1) - Hoyr málini, samrøður við Klæmint A. Olsen og Stefan Radosavljevic, og samanumtøku hjá Jóhan Johannesen

NSÍ-HB 0-2 (0-1) - Hoyr málini, samrøður við Klæmint A. Olsen og Stefan Radosavljevic, og samanumtøku hjá Jóhan Johannesen