FM1: HB-Víkingur klokkan 19 og KÍ-07 Vestur klokkan 18.30

Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið vera leiktar í kvøld

Báðar tær fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið endaðu við javnleiki 2-2, og í kvøld spæla liðini seinnu hálvfinalurnar.

 

Klokkan 19 byrjar dysturin á Tórsvølli millum HB og Víking, og klokkan 18.30 byrjar dysturin við Djúpumýru í Klaksvík millum KÍ og 07 Vestur.

 

FM1 sigur beinleiðis frá báðum dystunum. Sendingin byrjar klokkan 18.

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo