##med2##
Tað kravdi bæði longda leiktíð og eina dramatiska brotssparkskapping áðrenn HB tryggjaði sær fjórðingsfinaluplássið í kappingini um løgmanssteypið.
KÍ - HB 1-1 (0-1) 5-6 eftir brotssparkskapping
0-1: Ási Dam (12.)
1-1: Patrik Johannesen (69.)
Brotssparkskapping
2-1: Jóannes K. Danielsen
2-1: Kevin Schindler í tvørtræið
2-1: Boris Dosljak Teitur Matras Gestsson bjargar
2-1: Heðin Hansen Kristian Joensen bjargar
3-1: Patrik Johannesen
3-2: Daniel Johansen
4-2: Jákup B. Andreasen
4-3: Mathias Nygaard
4-3: Jóannes Bjartalíð Teitur Matras Gestsson bjargar
4-4: Teitur Matras Gestsson
5-4: Steinbjørn Olsen
5-5: Hilmar Leon Jakobsen
5-5: Ólavur Niclasen Teitur Matras Gestsson bjargar
5-6: Dan í Soylu
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Tróndur Arge segði frá málunum í vanligu leiktíðini, og teimum avgerandi brotsspørkunum. Hjalgrím Elttør gjørdi debut sum viðmerkjari í einum sera minniligum dysti.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við málmanshetjuna hjá HB, ið bjargaði trimum brotsspørkum umframt at skora uppá eitt brotsspark sjálvur. Teitur Matras Gestsson sigur, at hann droymdi í nátt, at tað fór at vera ein brotssparkskapping sum HB fór at vinna
3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við unga málskjúttan hjá HB, Ása Dam sum fekk at vita fimm minuttir undan dystarbyrjan, at hann skuldi byrja inni tá René Shaki Joensen ikki fekk spælt vegna skaða.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá KÍ, Jákup B. Andreasen. Hoyr eisini samanumtøkuna hjá Hjalgrími Elttør, ið var viðmerkjari hjá FM1 til dystin í kvøld.
##med3##