##med2##
HB er í holt við eitt rimmar avrik niðri í Podgorica í Montenegro móti Budocnost.
HB er á odda 2-0, og samlað 6-0 í seinna dystinum í Europa Conference League undankappingini. Talan er um uppgerð í øðrum undanumfarinum.
Heimildarmaðurin hjá FM1, Jógvan Páll Lassen var ígjøgnum á FM1 júst tá HB vann brotsspark, og Daniel Johansen setti bóltin trygt í netið til 2-0 til HB.
Á ljóðfíluni ber til at hoyra løtuna tá Jógvan Páll Lassen var beinleiðis ígjøgnum á FM1.