FM1: Hoyr málið og samrøður við málskjúttan og uppleggjaran

(FM1) Hoyr samrøður við Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð

Mynd: Arnar Lognberg

##med2##

 

Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð hava skotið fýra av teimum fimm føroyska málunum í Nations League kappingini hesaferð. 

 

Við hegnisligum frísparki hjá Jóannes Bjartalíð og góðum stútara hjá Jákup B. Andreasen eydnaðist tað Føroyum at fáa javnleik 1-1 móti Litava, og harvið varðveita plássið í Nations League Deild C.

 

Litava-Føroyar 1-1 (1-1)

 

0-1 Jákup B. Andreasen (22.) 

 

1-1 Vylintas Slivka (45.) 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin, Petur Asbjørn Lervig og viðmerkjaran, Arnar Lognberg siga frá føroyska málinum.

 

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við málskjúttan, Jákup B. Andreasen sum staðfestir, at Jóannes Bjartalíð eigur æruna av nógvum málum hann hevur stútað í málið.

 

3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við Jóannes Bjartalíð, ið fegnast stórliga um, at tað eydnaðist honum við góða frísparkinum at finna skallan hjá Jákupi B. Andreasen. 

 

##med3##

 

Mynd: Arnar Lognberg

Hoyr føroyska málið og samrøður við Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð

Hoyr føroyska málið og samrøður við Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð

Mynd: Arnar Lognberg