FM1: Jákup og Mikkjal í Fótbóltspanelinum klokkan 10

Leygardagin verður ársins brak og í morgin eru venjararnir gestir í Fótbóltspanelinum

Í morgin, fríggjadagin klokkan 10, verður eitt heilt serligt Fótbóltspanel í samband við FM-finaluna í Betri deildini hjá monnum, sum verður leygardagin millum B36 og KÍ. Vinnarin av dystinum vinnur FM 2019.

Hoyr FM1 á netinum við at trýsta HER

Gestir í Fótbóltspanelinum verða venjararnir Jákup á Borg (B36) og Mikkjal Thomassen (KÍ). Umframt at vera kappingarneytar til FM, so eru teir eisini góðir vinmenn. Teir hava millum annað eisini vunnið FM í 2011, tá Jákup á Borg var spælari og Mikkjal Thomassen var venjari hjá B36.

##med2## 

Teir hava báðir roynt at tikið lut í eini FM-finalu. Tað var í 2005, tá B36 við Mikkjali Thomassen á miðjuni vann 2-1 á HB, sum hevði Jákup á Borg á liðnum. Í Fótbóltpanelinum verður millum annað tosað um sálarliga partin av at taka lut í slíkum dystum, og hvussu tað er at vera í einum FM-stríðið. Bæði sum spælari og sum venjari. Eisini verður tosað eitt sindur um kappingarleistin í føroyskum fótbólti, og um føroyska landsliðið.

##med3##

Fótbóltspanelið verður beinleiðis á FM1 frá klokkan 10 til 11. Fótbóltspanelið verður endursent klokkan 16. Hava titi spurningar ella viðmerkingar, so ber til at senda eitt sms til 559999.