##med2##
Víkingur heldur framvegis rimmar fast um annað plássið aftaná 2-1 heimasigurin á B68, ið gav Víkingi ein skarpan gang í Sarpugerði í dag.
Víkingur – B68 2-1 (1-1)
1-0: Jákup Johansen (5.)
1-1: Mohamed Samba (36.)
2-1: Martin Klein Joensen (63.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin, Petur Asbjørn Lervig siga frá teimum trimum málunum.
2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við hjálparvenjaran hjá Víkingi, Rasmus Nolsøe.
3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B68, Jákup á Borg.
- Avrikið kann vera betri, enn tað var í dag, og tað hevur verið seinastu ferðirnar. Í dag var tað ikki sannførandi í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin var tað væl frægari, og tá syrgdu vit fyri, at tað ikki var so innviklað og ofta kiksað, sum tað var í fyrra hálvleiki, sigur Rasmus Nolsøe, sum er hjálparvenjari hjá Víkingi við FM1.
- Okkara menn arbeiddu sera væl og nógv, og eingin eigur so góðar áskoðarar, sum vit eiga. Vit høvdu fleiri góðar møguleikar at fáa mál, men tíverri varð tað bara flotta málið, sum Mohamed Samba skoraði eftir flott uppspæl og sending frá Hugini Samuelsen. Men vit gjørdu ov nógv mistøk í verjuni og tóku ikki av, tá ið vit spældu okkum til góðar málmøguleikar. Vit eru í vanda fyri at flyta niður, men vit arbeiða nógv og væl. Tað verður ikki lætt, men vit rokna við, at tað fer at eydnast at varðveita plássið í bestu deildini, sigur Jákup á Borg venjari hjá B68 við FM1.