FM1: Jastrid var tulkur tá Sepp og Turkaland vitjaðu í 1991

(FM1) Hoyr samrøðu við Jastrid á Dalbø úr Fuglafirði, ið hevur búð í Turkalandi sum skiftisnæmingur

##med2##

 

Tað eru ikki so nógvir føroyingar, ið duga turkiskt og sum hava búð í Turkalandi.

 

Sum 16-17 ára gomul var Jastrid á Dalbø úr Fuglafirði skiftisnæmingur í Turkalandi. Talan gjørdist um eina ríka mentanarliga uppliving, har Jastrid eisini fekk høvið at læra turkiska málið.

 

Tá Sepp Piontek og turkiska landsliðið spældu javnleik 1-1 móti Føroyum 15. juli fekk Jastrid eina fríyrkisuppgávu frá FSF. Undir uppihaldinum hjá turkiska liðnum var hon tulkur hjá turkiska hópinum, og hann las eisini turkisku nøvnini undan dystinum. Hon minnist, at Sepp Piontek skyldaði uppá vøllin, meðan turkisku leikararnir skyldaðu meira uppá, at tað var alt ov ljóst um kvøldið og um náttina í Føroyum, og tí vóru teir ov svøvntungir til at kunna vinna á Føroyum.

 

Hjartað hjá Jastrið sigur, at Føroyar fáa stig í kvøld, men styrkismunurin talar fyri, at Turkaland vinnur dystin á Tórsvølli í kvøld. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna við Jastrid á Dalbø. 

 

Samrøða við Jastrid á Dalbø úr Fuglafirði, ið hevur búð í Turkalandi

Samrøða við Jastrid á Dalbø úr Fuglafirði, ið hevur búð í Turkalandi