FM1: Javnleikurin smakkaði frægari hjá AB enn hjá TB

(FM1) Hoyr Símun Samuelsen, venjara hjá AB og Michael L. Winther, høvuðsvenjara hjá TB taka samanum 1-1 javnleikin í Trongisvági

##med2##

Tað endaði 1-1 í dystinum millum TB og AB við Stórá í Trongisvági. Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki.

TB legði seg framum, tá ið eitt korter var farið. Málskjútti var Nikolei Johannesen. Tað var eftir innlegg frá Rasmur Møller. AB svaraði aftur, tá ið tað restaðu átta minuttir av fyrra hálvleiki. Innleggið var úr høgru, og eftir kontra var bólturin høgt í luftini, áðrenn hann dalaði niður stutt úr málinum. AB miðverjin Sørin Samuelsen var har, og tað endaði við, at bólturin rakti TB miðverjan, Ndende og fór í málið.

Símun Samuelsen, ið venur Betrideildarliðið hjá AB saman við Tonny Brimsvík heldur, at AB var betra liðið í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki stóð meira á gomlum nøglum, serliga ímóti dystarenda. Javnleikur á útivølli er fyri AB eitt liviligt úrslit. Á plusssíðuni kann Símun eisini fegnast um, at royndi spælarin, Rógvi Poulsen kom á vøllin seinasta korterið, og hann er ein spælari sum áður hevur munað væl hjá AB.

Høvuðsvenjarin hjá TB, Michael L. Winther er vónsvikin av, at TB heldur ikki í dag fekk tann fyrsta heimasigurin hetta kappingarárið. Hann heldur, at liðið spældi ikki nóg væl í dag. Liðið vaknaði nógv ov seint í dystinum, og kom til nakrar stórar málmøguleikar móti dystarenda sum kundu givið trý stig.

Michael L. Winther ásannar, at TB hevur fingið alt ov lítið burturúr móti hinum botn-5 liðunum í fyrsta triðinginum av kappingini.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra stuttu samrøðurnar FM1 gjørdi við Símun Samuelsen og Michael L. Winther. 

 

(Samrøður: Símun Samuelsen og Michael L. Winther)