Í morgin týsdagin 25. mai reikar Óli Djurhuus fyri sendingini 10´aranum á FM1.
Klokkan 10 til 11 eru Tróndur Arge og Árni Gregersen gestir. Til umrøðu er landsliðsúttøkan hjá Håkani Ericson, landsliðsvenjara sum tá er almannakunngjørd og heimligu fótbólturin.
Klokkan 11 til 12 er John Andersen gestur, og tað vera stóru evropeisku ligurnar sum endaðu hetta vikuskiftið til umrøðu, umframt Europa League og Champions League finalurnar.
Øll kunnu hoyra 10´aran á www.midlar.fo