Fyri fjórðu ferð í søguni verður A-landsdystur millum Danmark og Føroyar, tá liðini dystast í Herning í Miðjútlandi í morgin klokkan 17.
Tróndur Arge og Teitur Joensen fara at siga frá og gjøgnumganga dystin á FM1. FM1 byrjar at senda klokkan 16.
Øll kunnu hoyra FM1 HER
Liðskiparin á føroyska landsliðnum, Hallur Hansson er líkaglaður við sera lítlu møguleikarnar altjóða veddingarfyritøkur geva føroyska landsliðnum: - Tú fært meg aldrin at siga, at eitt tap er eitt gott úrslit. Vit fara eftir einum heiðurligum javnleiki ella at vinna, slær liðskiparin fast.
- Vit hava eina spæliætlan klára, slær liðskiparin fast.
- Hetta er ein dystur vit hava glett okkum til, sigur Hallur Hansson, ið ongan iva letur verða um, at hann og liðfelagarnir fara beinhart eftir einum góðum úrsliti í morgin.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 hevur bandað við Hall Hansson.
HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 hevur bandað við landsliðsvenjaran, Håkan Carlsson.