FM1: Mark Marcher og Abraham Løkin vitja 10´arin í morgin

(FM1) 10´arin fer at taka samanum landsliðsavrikini í hondbólti og heimligu kappingina í fótbólti umframt stóru evropeisku kappingarnar

Mánamorgun klokkan 10 reika Óli Djurhuus og Petur Zachariassen aftur fyri sendingini 10´arin á FM1.

Millum klokkan 10 og 11 vitjar gamla landsliðshetjan, Abraham Løkin fyri at tosa um heimligu fótbóltskappingina, har hann eigur nakrar synir sum spæla við liðum í Betrideildini. Tosað verður eisini um evropeiskan fótbólt.

Millum klokkan 11 og 12 vitjar ítróttarstjórin hjá HSF, Mark Marcher fyri at taka samanum landsliðsavrikini móti Kekkia og Russlandi, og fyri at práta um nýggja landsliðsvenjaran, Peter Bredsdorff-Larsen. 

Øll kunnu hoyra FM1 HER