##med2##
Farna hóskvøld bjargaði Meinhard E. Olsen okkum javnleik 1-1 móti Moldova stutt undan leikloki,. Hesaferð fekk Meinhard møguleikan frá byrjan. Á jaligu síðuni er Meinhard nøgdur við hvussu væl Føroyar stóðu seg í álopspartinum í fyrra hálvleiki, og hvussu væl Føroyar vardu í seinna hálvleiki, men tað sum gevur Meinhardi ein beiskan smakk í munnin er seinasta korterið av fyrra hálvleiki, har Meinhard sjálvur ikki ikki fekk vart fyri tá Eysturríki javnar til 1-1, og har føroyska liðið fellur uppá tvær umstillingar hjá Eysturríki sum føra til 2-1 og 3-1 málini.
Jóannes Bjartalíð sum kom á vøllin í seinna hálvleiki iðrar seg um, at føroyska liðið ikki fekk meir burturúr álopsstøðunum í seinna hálvleiki. Við at skora til 3-2 hevði føroyska liðið veruliga fingið lív aftur í dystin.
Eysturríki - Føroyar 3-1 (3-1)
0-1: Sonni Ragnar Nattestad 19.
1-1: Dragovic 30.
2-1: Baumgartner 37.
3-1: Kalajdziz 44.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr telefonsamrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jóannes Bjartalíð.
2) Hoyr telefonsamrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Meinhard E. Olsen.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málinum hjá Sonna Ragnari Nattestad, og samrøðurnar Tróndur gjørdi við venjararnar, Eli Hentze og Håkan Ericson.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Gilla Rólantsson og Patrik Johannesen.