FM1: Nýggi borgarstjórin í Sunda kommunu í "Spuranum"

(FM1) Petur Zachariassen, reportari hjá FM1 vitjaði nýggja borgarstjóran í Sunda kommunu, Jógvan Kruse ígjár

##med2##

Á nýggjárinum tók Jógvan Kruse við sum borgarstjóri í Sunda kommunu.

Ígjár var sendingin "Spurin" á FM1 á gátt í ráðhúsinum hjá Sunda kommunu á Oyrabakka.

Har fekk reportarin hjá FM1, Petur Zachariassen eitt longri prát við Jógvan Kruse, bæði um hansara lívsleiði og spennandi arbeiðssetningin at vera borgarstjóri í Sunda kommunu.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

(Spurin á FM1 18. februar 2021: Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu)