FM1: Neistin-KÍF klokkan 16 og H71-StÍF klokkan 18

Hondbóltssendingin á FM1 byrjar klokkan 15.55 seinnapartin í dag

Seinnapartin vera seinnu hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá monnum.

Klokkan 16 tekur Neistin móti KÍF í høllini á Hálsi í Havn. Neistin er á odda 25-24 aftaná fyrru hálvfinaluna.

Klokkan 18 tekur H71 móti StÍF í Hoyvíkshøllini. H71 er á odda 26-22 aftaná fyrru hálvfinaluna.

Samrøður við umboð fyri Neistan, KÍF, H71 og StÍF koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

Frásøgumenn hjá FM1 vera Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal.

Øll kunnu hoyra FM1 HER