FM1: NSÍ kom á slóðina aftur

(FM1) Hoyr hvussu NSÍ vann 4-0 á EB/Streymi, og hoyr høvuðsvenjararnar, Jákup Martin Joensen og Bill McLeod Jacobsen seta orð á dystin

##med2##

 

Aftaná tvey tap og tveir javnleikir í fýra teimum seinastu dystunum kom NSÍ loksins á slóðina aftur við einum 4-0 sigri á EB/Streymi við Løkin í Runavík. Nú er NSÍ bert tvey stig frá B36, ið er á triðja plássi við 34 stigum, og eitt stig aftanfyri HB sum hevur 33 stig. NSÍ hevur tó spælt tríggjar dystir meir enn HB og ein dyst meir enn B36.

 

NSÍ-EB/Streymur 4-0 (2-0)

 

1-0 Pætur Hentze (29.)

 

2-0 Klæmint A. Olsen br. (44.)

 

3-0 Klæmint A. Olsen (59.)

 

4-0 Búi Egilsson (81.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr Petur Asbjørn Lervig siga frá teimum fýra málunum hjá NSÍ. Trygvi Mortensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

 

2) Hoyr Trygva Mortensen taka samanum eitt gott NSÍ-avrik í serliga seinna hálvleiki. Trygvi heldur tó, at leikliga var EB/Streymur væl við í fyrra hálvleiki. 

 

3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen.

 

4) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Bill McLeod Jacobsen. 

 

- Hugburðurin var góður, og vit vunnu okkum í góðar støður, men vit vóru ikki nóg neyvir, hvørki í verju ella álopi. Men vit fara at stríðast víðari, og vit rokna avgjørt við møguleikanum, at vit fara at varðveita plássið í deildini, segði EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen.

 

- Tað gekk ikki soleiðis í fyrra hálvleiki, sum vit høvdu ætlað, men eg haldi, at leiðslan var uppiborin, og eftir steðgin gekk tað fult og heilt eftir okkara treytum. Málið er at vinna pláss í Europa. Ímóti B36 stóðu vit væl, og vit vunnu eitt stig, og ímóti Víkingi var leikliga avrikið gott, hóast vit taptu við tveimum málum. Lagið er gott undir venjing, og vit hava gott mót um, at tað skal eydnast at røkka málinum, segði NSÍ-venjarin, Bill McLeod Jacobsen.