##med2##
Ársins venjari hjá kvinnum, Poul N. Poulsen og ársins venjari hjá monnum, Mikkjal Thomassen kunnu hyggja aftur á eitt minniligt kappingarár. Poul við silvur í landskappingini og fyrsta steypasigrinum hjá NSÍ. Mikkjal við einum suverenum meistaraheiti hjá KÍ við einum krútsterkum avriki.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra løtuna tá ársins venjarar vóru heiðraðir á Parnassinum á Hotel Hafnia. Hoyr eisini samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Poul N. Poulsen og Mikkjal Thomassen.