FM1: Seinasta Firmakappingin í 2. umfari: RV Tøkni - SPEKT

(FM1) Hoyr spennandi Firmakappingina - spurnarkappingina - ið var millum RV Tøkni og SPEKT á FM1 seinnapartin í dag

##med2##

14 fyritøkur/arbeiðspláss hava kappast í øðrum umfari í Firmakappingini - spurnarkappingini - á FM1 í vetur. 

Vinnandi fyritøkan og taparin í finaluni sum verður 25. mars vinna tveir flottar vinningar.

Høvuðsvinningurin er ein flogferð við Atlantic Airways til Keypmannahavnar og aftur, og gisting á Hotel Absalon fyri 12 fólk. 

Annar vinningur er Hestur "Kittywakes and Caves" túrur við RIB62 fyri 12 fólk.

Í dag kappaðust RV Tøkni í Klaksvík og SPEKT í Havn. Talan gjørdist um eina sera spennandi kapping, ið var avgjørd í seinasta spurningi. 

Aftaná avgreidda kapping var tikið lut um hvørja lið skulu møtast í fjórðingsfinalunum, ið vera avgreiddar 4. og 11. mars. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra dagsins Firmakapping.

(Firmakapping 25. februar: RV Tøkni - SPEKT)