Tað eru minni enn 11 mánaðir seinast, at Føroyar vunnu á Malta á Tórsvølli.
Føroyar fingu bara trý stig í undanfarnu EM-undankapping, og tann eini sigurin kom móti Malta á Tórsvølli 15. oktober í fjør.
Hoyr HER úr savninum hjá FM1: Hoyr Trónd Arge siga frá sigursmálinum hjá Rógva Baldvinsson og dystarendanum, og fagnaðin aftaná dystin tá Føroyar vunnu týdningarmiklan 1-0 sigur á Malta á Tórsvølli í EM-undankappingini 15. oktober í 2019. Vit hoyra eisini samrøður Tróndur Arge gjørdi við: 1) Lars Olsen, venjara, 2) Atla Gregersen, liðskipara, 3) Rógva Baldvinsson, sigursmálskjútta, ið skoraði í 71. minutti, 4) Sølva Vatnhamar, 5) Jóannes Bjartalíð, 6) Gunnar Nielsen, 7) Viljormur Davidsen og 8) Jóannes Kalsø Danielsen, debutant og dagsins spælara.
Klokkan 19.45 í kvøld sigur Tróndur Arge beinleiðis frá Nations League dystinum móti Malta, ið verður leiktur á Tórsvølli uttan áskoðarar.
Tróndur Arge og Heri Simonsen senda upptakt á FM1 frá klokkan 15.10.
Øll kunnu hoyra FM1 HER
##med2##