FM1 sendir beinleiðis frá Eldraráðstevnuni í Norðurlandahúsinum týsdagin

Sent verður beinleiðis frá klokkan 10

 

Týsdagin 15. mars verður ráðstevna í Norðurlandahúsinum, sum eldrafeløgini í Føroyum saman við Landsfelag Pensjonista skipa fyri.

 

Evnið á Ráðstevnuni er “Støðan á Eldraøkinum”. FM1 sendir beinleiðis frá ráðstevnuni. Eisini verður møguligt at fylgja við á facebook síðuni hjá FM1, har tiltakið verður stroymt. Byrjað verður klokkan 10.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo 

 

Skráin: 

10:00 Vælkomin: Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista

10:05 Setan av ráðstevnuni: Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum

10:15 Eldraráð sum myndugleiki og teirra uppgávur: Julianna Klett, Eldraráðið í Tórshavn

10:25 Eftirmetan av eldralógini: Margreta í Buð, Eldraráðið í Norðoyggjum

10:35 Tænastan á eldraøkinum og framtíðarhugsanir: Marjun Poulsen, fysioterapeutur

           og M.Sc. í heilsuvísindum, Pætur Rasmussen, Eldraráðið í Nes, Sjóvar og Runavíkar

           kommunu, Eyðun Christiansen, stjóri, Kommunufelagið

11:10 Stuttur steðgur         

11:25 Undirhald

11:40 Bústaðir til eldri: Allan T. Skaalum, virkandi stjóri, Bústaðir

12:00 Døgurðasteðgur - miðmáli

 

13:00 Trot á arbeiðsmegi á eldraøkinum

1.    Útbúgving av starvsfólki: Mary Antonsdóttir, forkv. í Heilsuhjálparafelag Føroya, Bingerð H. Fossagil, forkv. í Heilsurøktarafelagnum

2.    Mótrokning av pensjón í samband við arbeiði: Heri Petersen, fulltrúi, AMR

13:35 Eftirlit á røktarheimum: Ingeborg Vinther, næstforkv. Landsfelag Pensjónista

13:45 Ætlanir hjá bý- og bygdaráðum innan eldraøkið: Karl Johansen, borgarstjóri í

          Klaksvík, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn, Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága

          kommunu

14:15 Kaffisteðgur

14:45 Heilsustøðan hjá teimum eldru 75+, kanning: Maria Skaalum Petersen, granskari

15:10 Pallborð við evninum: avbjóðingar og loysnir innan eldraøkið:

          Ása Holm, borgarstjóri í Porkeri

          Katrin Holm, forkv. í Eldraráðnum í Tórshavn

          Eyðfríð Jacobsen, stjóri í Heilsu- og umsorganarfyrisitingini í Tórshavn

          Erhard Jacobsen, form. í Pensjónistafelagnum í Vágum og Eldraráðnum

          Óluva í Gong, forkv. í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

16:00 Liðugt