FM1 sendir beinleiðis frá ólavsøkuni báðar ólavsøkudagarnar

Sent verður millum klokkan 15 og 18 ólavsøkuaftan og ólavsøkudag

Fyri fyrstu ferð nakrantíð fer FM1 ikki at senda nakran fótbólt ólavsøkudagarnar.

 

FM1 fer kortini at senda frá ólavsøkuni bæði ólavsøkuaftansdag og ólavsøkudag.

 

Sent verður beinleiðis millum klokkan 15 og 18, har prátað verður við ólavsøkugestir, fólk sum sýna fram, og fólk sum skipa fyri tiltøkum á ólavsøku. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo