Leygardagin sigur FM1 beinleiðis frá tveimum hondbóltsdystum.
Talan er um dystirnar sum verða millum VÍF og StÍF í høllini í Vestmanna í morgin.
Dysturin í SMS-deildini byrjar klokkan 14, og dysturin í Burn mansdeildini byrjar klokkan 16.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá báðum dystunum. Viðmerkjari verður Áki Egilsnes, landsliðsspælari og undir vanligum umstøðum spælari hjá KA í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Samrøður við umboð fyri VÍF og StÍF koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.