FM1 sigur frá VÍF-StÍF (kvinnur) klokkan 20 í kvøld

Talan er um týðandi dyst í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna

Í kvøld klokkan 20 spæla kvinnurnar hjá VÍF og StÍF í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini.

Kyndil hevur fýra stig, VÍF hevur tvey stig, og StÍF hevur einki stig. H71 2 er aftast við ongum stigi og minus 34 í málúrtøku.

Vinnur VÍF hava tær tryggjað sær pláss í hálvfinaluni. Vinnur StÍF verður ein spennandi kapprenning um hálvfinaluplássini. 

Mikudagur 27.01.21 kl. 20.00 VÍF – StÍF (FM1 sigur frá dystinum)
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 Kyndil – VÍF
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 StÍF – H71 2

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum VÍF og StÍF. Samrøður við umboð fyri VÍF og StÍF koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.

Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna. 

Øll kunnu hoyra FM1  HER