FM1 sigur frá NSÍ-B36 klokkan 15 og B68-07 Vestur klokkan 16

Byrjað verður at senda klokkan 14

Í dag verður ein stór fótbóltssending á FM1.

 

Skráin er hendan: 

 

Klokkan 14: Fótbóltspanelið. Gestur: Jákup á Borg (e).

 

Klokkan 15: NSÍ-B36 - beinleiðis frásøgn

 

Klokkan 16: B68-07 Vestur - beinleiðis frásøgn

 

Klokkan 18: Triði Hálvleikur, samrøður við umboð fyri ymisku betrideildarliðini. 

 

Frásøgumenn hjá FM1 vera Petur Asbjørn Lervig og Tróndur Arge. Í hálvleikinum frætta vit frá heimildarmonnum, ið eru til hinar dystirnar HB-EB/Streymur, Víkingur-Skála og KÍ-AB, ið allir byrja klokkan 15.

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo