FM1 hevur eina stóra fótbóltssending seinnapartin í dag. Byrjað verður við undansending tá klokkan er farin av 14, og klokkan 15 verður sagt beinleiðis frá dystinum millum KÍ og HB við Djúpumýru í Klaksvík, og dystinum millum Víking og NSÍ í Sarpugerði í Norðragøtu. Klokkan 17 verður sagt beinleiðis frá dystinum inni í Vika á Argjum millum B68 og AB.
Frásøgumenn vera Tróndur Arge, Petur Asbjørn Lervig og Sjúrður H. Hoydal.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fýra dystunum í Betrideildini. Fjórði dysturin er dysturin millum B36 og 07 Vestur, ið byrjar klokkan 15.15 á ovara vølli í Gundadali í Havn.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo