FM1 sigur frá Víkingur-KÍ klokkan 14

GULLRADIO verður endursent millum klokkan 10 og klokkan 13.45 í morgin

Í morgin verður aftur ein stórur fótbóltsdagur á FM1.

 

Millum klokkan 10 og klokkan 13.45 verður sendingin GULLRADIO endursend.

 

Klokkan 14 fer Tróndur Arge at siga frá dystinum millum Víking, ið liggur á øðrum plássi og nýkosnu FM-vinnararnar, KÍ í Sarpugerði í Norðragøtu. Aftaná hoyra vit steypahandanina og samrøður.

 

Fylgt verður við gongdini í hinum trimum dystunum, TB-07 Vestur, HB-ÍF og EB/Streymur-B68.

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fýra dystunum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo