FM1: Skansin hevur fingið altjóða limaskap í fjepparasamtaki

(FM1) Gestir í Fótbóltspanelinum í dag vóru Jóhan Ásmundsson, Jóhan Hentze og Teitur Joensen, fótbóltsviðmerkjari

##med2##

 

Óføru fjeppararnir hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, Skansin hevur fingið enn eina altjóða viðurkenning.

 

Skansin er vorðin limur í FSE - Football Supporters Europe - eitt fjepparasamtak fyri fótbóltsfjepparafeløg kring alt Evropa.

 

Fyri stuttum var Jóhan Ásmundsson vegna Skansan til fjepparakongress í Frankfurt am Main í Týsklandi.

 

Umboðsmaður hjá Skansanum í FSE er Jóhan Hentze. Jóhan og Jóhan vitjaðu FM1 seinnapartin í dag til eitt prát um FSE.

 

Teitur Joensen, fótbóltsviðmerkjari var eisini ígjøgnum fyri at taka samanum avrikið móti Litava, og fyri at meta um dystin móti Turkalandi, ið verður á Tórsvølli sunnukvøldið klokkan 19.45.

 

Sunnukvøldið sendir FM1 beinleiðis frá klokkan 18 í samband við Nations League dystin móti Turkalandi. 

 

Fótbóltspanelið - Gestir: Skansin og Teitur Joensen

Fótbóltspanelið - Gestir: Skansin og Teitur Joensen