##med2##
Víkingur hevði enn eitt framúr gott avrik á útivølli. Í dag gekk tað útyvir B68 sum mátti leggja rygg til eitt 0-4 stórtap. B68 var longu greitt á sigurskós aftaná fyrra hálvleik við einari 3-0 leiðslu.
B68-Víkingur 0-4 (0-3)
0-1 Martin Klein (6.)
0-2 Gunnar Vatnhamar (38.)
0-3 Sølvi Vatnhamar (45.)
0-4 Aron Jarnskor Ellingsgaard (90.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við landsliðsspælaran hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar, og samrøðuna sum var við hjálparvenjaran hjá B68, André Olsen í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1.
- Vit vóru omaná tað mesta av tíðini, og vit arbeiddu nógv. Spælið var ikki so flótandi, sum tað onkuntíð hevur verið, men tá ið vit øktu um munin til 2-0 og átta minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, kendist tað sum um, at vit av álvara høvdu tak á tí, sigur Sølvi Vatnhamar.
- Vit eru vónbrotnir av okkara liðavriki í dag. Avrikini hava verið góð, og vit hava fleiri ferðir tapt tepurt. Úrslitið í dag vísir, at avrikið var ikki góðkent, og vit mugu avrika heilt øðrvísi, enn vit gjørdu í fyrra hálvleiki, um vit skulu hugsa um at vinna úrtøku, sigur B68 hjálparvenjarin André Olsen.