FM1: Soleiðis bjargaði Andrass B36 í Europa Conference League

(FM1) Hoyr sigursmálið og samrøðu við sigursmálsskjúttan og høvuðsvenjaran

##med2##

 

Tað var tungt hoyggj hjá B36 at knógva sigurin heim móti sanmarinska Tre Fiori, ið við níggju italskum leikarum hevði eitt ógvuliga verjukent útgangsstøðið. Andrass Johansen gjørdist bjargingarmaðurin hjá B36 tá 84 minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Returdysturin verður í San Marino ólavsøkuaftan klokkan 20.45 lokala tíð. Tað er 19.45 føroyska tíð. Sólsetur er klokkan 20.38, og B36 hevur fyri stuttum spælt í nógvum hita í Bosnia, og tí skuldu verið góðar vónir fyri, at B36 kann bera samlaða sigurin heim í øðrum undanumfarinum í Europa Conference League. 

 

B36 – Tre Fiori 1-0 (0-0)

 

1-0: Andrass Johansen 84.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann siga frá sigursmálinum hjá Andrass Johansen.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran, Dan Brimsvík sum er lættur um, at tað eydnaðist at knógva sigurin heim. Tó var hann alt annað enn nøgdur við fyrra hálvleik. Dan heldur, at B36 hevur tað í sær sum krevst av fyrireiking o.ø. til at bera eitt samlað úrslit heim úr San Marino.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við sigursmálsskjúttan, Andrass Johansen sum er bjartskygdur um, at B36 kann vinna seg víðari.

 

 

 

B36-Tre Fiori 1-0 (0-0) - Hoyr sigursmálið og samrøður við Dan Brimsvík og sigursmálsskjúttan, Andrass Johansen

B36-Tre Fiori 1-0 (0-0) - Hoyr sigursmálið og samrøður við Dan Brimsvík og sigursmálsskjúttan, Andrass Johansen