##med2##
Víkingur sleppur aftur at royna seg í Evropa aftaná nøkur soltnari ár. Tað er staðfest aftaná 3-1 sigurin hjá Víkingi á EB/Streymi í Sarpugerði í Norðragøtu. Tað haltaði tó í fyrra hálvleiki. Tá var EB/Streymur á odda 1-0, men í seinna hálvleiki setti Víkingur tingini uppá pláss við trimum málum.
Víkingur hevur 56 stig. Teir eru níggju stig aftanfyri KÍ, og tí er tað enn ikki matematiskt staðfest, at KÍ er FM-vinnari 2021.
EB/Streymur hevur saman við B68 19 stig, og nú eru bert trý stig niður til ÍF á næstaftasta plássinum, so tað stendur á gomlum nøglum hjá sundalagsmonnum nú.
Víkingur – EB/Streymur 3-1 (0-1)
0-1: Andras Ó. Olsen (40.)
1-1: Sølvi Vatnhamar br. (49.)
2-1: Olaf Bárðarson (69.)
3-1: Martin Klein Joensen (73.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig siga frá teimum fýra málunum.
2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen.
3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen.
Jóhan Petur fegnast um sigurin og um evropeisku luttøkuna, tó er hann ikki nøgdur við fyrra hálvleik. Jóhan Petur heldur, at tað avrikið Víkingur vísti í seinna hálvleiki gevur vónir um, at Víkingur kann tryggja sær silvurkrónurnar.
Jákup Martin heldur, at hansara menn vísti góðan hugburð og stríddust væl, men verjumistøkini teir gjørdu móti einum sterkum Víkinga-liði kostaðu sera dýrt.